• PDF

Stutt um kórið

Tórshavnar Manskór hevur í fleiri Harrans ár havt fastar venjingar í Útvarpshøllini mánakvøld kl. 20 - 22. Um ársskiftið 2014/2015 sluppu vit, við vælvild frá skúlastjóranum Hanus Joensen, at venja úti á Gamla Skúlanum á Argjum.

Kórleiðarar:

Bjarni Restorff Kári Bæk

Kórleiðari er Bjarni Restorff (vinstru megin), og frá 3o. august 2012 hava vit eisini fingið Kára Bæk sum kórleiðara (høgru megin). Tíverri var hann ikki við á heysti 2014, men er við okkum aftur nú í 2015, 2016, 2017, 2018 og 2019.

Nevndin:

Nevndin í 2012 Nevndin í 2014

Í nevndini (myndin vinstrumegin) vóru Kjartan Mohr, kassameistari, Mads Andrias Winther, formaður, og Jónfinn Petursson, næstformaður og skrivari. Ole Jensen var eykalimur og Peter Gram er grannskoðari. Á aðalfundi tann 30. september 2013 bleiv nýggj nevnd vald (myndin høgrumegin), hon skipaði seg 11. okt.: Jógvan Elias Winther Poulsen, kassameistari, Helgi Nielsen, skrivari og Mads A. Winther, formaður. Á aðalfundi 21. september 2015 bleiv nevdin og kassameistarin afturvald. Jónfinn Petursson er eykalimur.

Veitslunevnd:

Í veitslunevndini vóru Jógvan Elias Winther Poulsen, Petur Petersen og Sjúrður Johansen, men á seinasta aðalfundi blivu Hanus Højgaard, Óskar Eirikson og Peter Østergaard valdir, og skipaði teir fyri teirra fyrstu veitslu 9. februar 2019 til ug+. 

Heimasíða - webmaster:

B.R.

Joomla Templates: from JoomlaShack
Myndir á Flickr
Elt onkran á Twitter
Musikkur á YouTube